1. deild byrjar aftur

Fríggjadagin 3. januar kl. 18.30 verður ársins fyrsta venjing hjá okkara 1. deildarliði. Og tað verður eitt nýtt venjaratoymi, ið kemur at standa á odda fyri okkara næstbestu. Jan M. Laursen, venjari, sigur, at í 1. deild skulu vit menna okkara talentir. Men her verður ikki bara talan um ungar leikarar, tí nakrir royndir leikarar verða partur av hópinum. Fyri nógvar av teimum ungu verður hetta fyrsta royndin í vaksnamannafótbólti, og tí er neyðugt at hava royndar leikarar afturat sær.

Afturat sær hevur Jan fingið Ransin N. Djurhuus. Ransin hevur eins og Jan verið venjari í ungdómsdeildini, og tí er hetta eitt venjaratoymi ið kennir væl til leikaratilfeingið í felagnum.

Venjingartíðirnar í 2020 vera mánadag, týsdag og hósdag kl. 18.30. Hevur tú hug at spæla við 1. deild, er bara at møta upp til venjing, ella at ringja til Jan á tlf. 284902.