Tær greiða sjálvar frá:
Tað lá annars ikki heilt til høgra beinið, at vit skuldu vinna FM heitið, tá vit møttu til seinastu Old girls kapping leygardagin.
Vit lógu nummar tvey – tvey stig aftanfyri 07 Vestur – og vit skuldu møta 07 Vestur hetta seinasta umfarið. Higartil í ár hava vit tapt tríggjar dystir ímóti teimum. Og hvat ger man so? …..So brúkar man bara vinstrabeinið, ikki sjannheit?
Vit høvdu 6 stig at spæla um hesa kappingina – og fyrsti dystur var móti EBStreymi.
Tað sást, at vit vóru nervøsar og komu ikki heilt upp í gear beinanvegin. Vit høvdu fleiri álop – og brádliga riggaði uppspælið sera væl. Malan og Liljan funnu hvørja aðra og runnu allar EB-Streymarar av. Malan legði so bóltin yvir um úr vinstru, og Liljan setti hann stille og roligt inn. Endaliga úrslitið var 1-0 og vit høvdu 3 vigtig stig á konto.
Seinni dystur var móti 07 Vestur. Vit, sum væntaðu, at tær fóru at trumla okkum niður, tóku feil.
Góða spælið frá fyrra dystinum tóku vit tíbetur við okkum. Hol kom á, tá Ása skjeyt eitt hart horna úr høgru síðu beinleiðis í mál – við eitt sindur av hjálp frá málmanninum, sum royndi at seta fingrarnar á, men bólturin endaði uppi undir nettakinum. Ása er ein kanón!
Eitt sindur seinni funnu Liljan og Svava hvørja aðra væl og broderaðu seg frá miðjuni upp gjøgnum alt, sum fyri var hjá 07 Vestur.
Svava skjeyt bóltin inn til 2-0 – sum eisini gjørdist úrslitið.
Vit vóru super nøgdar við ein so sera góðan liðinnsats frá málmanni, verju, miðju og álopið, sum tryggjaði, at FM kom í HB- húsið.
Sum ein okkara segði: Tær kláraðu ikki eingang at renna frá okkum í dag, sjálvt um tær eru so ungar. (Tað sigur helst eitt sindur um okkara miðalaldur, tá vit kalla eitt annað Old Girls lið fyri “ungar”.
Vit ynskja 07 Vestur hjartaliga tillukku við silvurinum og FC Suður hjartaliga tillukku við bronsuni og takk fyri eitt gott kappingarár 2026 – eisini til B36 og EB-Streym.
Eftir eitt heilt kappingarár, har vit at enda megnaðu at fylgja við teimum 35 ára ungu beinunum – og eina framúr endaveitslu leygarkvøldið – hava hesar gomlu nú brúk fyri eini pausu.
Vónandi verða tær tó klárar at seta lív í ársveitsluna í november, sum vant.
Fyri fleiri stuttligar frásagnir og myndir kunnu tit fylgja hb_old_girls á Instagram.




















