Dánial skrivað fyrsta sáttmálan

Dánial Thuy Mørkøre hevur undirskrivað sín fyrsta yrkissáttmála við barndómsfelagið, galdandi til og við 2027. Hann traðkaði sínar barnaskógvar hjá okkum í Gundadali, áðrenn hann fór til Danmarkar, har hann spældi við Vejle Boldklub.

Í summar flutti Dánial heim aftur og hevur spælt við okkara 1. deildarliðið, umframt at hann eisini hevur vant við Meistaradeildini. Nú hevur hann skrivað undir sáttmála og er til reiðar at taka næstu fetini í vaksnamannadeildini.

Umframt HB og Vejle, hevur Dánial spælt á øllum ungdómslandsliðum frá U15 til og við U19.