Avtala er gjørd millum toppliðið í fremstu belgisku deildini, Royal Union Saint-Gilloise, og HB um Samuel Johansen Chukwudi.
Belgiska felagið hevur leingi víst áhuga í Samuel, men ein skaði hevur forðað honum í at fara avstað. Nú er avtala gjørd, um at Samuel fær viðgerð og endurvenjing í Belgia. Og um alt gongur sum tað skal, verður sáttmáli undirskrivaður í summar.
At uttanlandsævintýrið hjá Samuel byrjar í Belgia, og Union St. Gilloise, kemur kanska óvart á tey flestu. Men felagið hevur leingi havt eyguni við honum.
– At júst hetta felagið setti seg í samband við HB og meg, kom eitt sindur óvart á. Teir hyggja nógv eftir hagtølum, og tað var soleiðis at teir fyrst gjørdust varugir við meg. At enda stóð tað millum meg og fimm aðrar miðverjar, og tað endaði so við, at teir valdu meg.
Hóast Samuel bert er 18-ára gamal, er ætlanin at hann skal gerast fastur partur av besta liðið felagsins. Fyrsta tíðin skal brúkast til skaðaviðgerð, endurvenjing og at venja seg við umstøðurnar. Og um alt hetta lagar seg, verður sáttmáli undirskrivaður í summar.
Ein dreingjadreymur
Samuel hevur, eins og flestu aðrir ungir fótbóltsleikarar, altíð havt ein dreym, um at gerast yrkisleikari uttanlands. Evnini hava altíð verið eyðsýnd, og hann hevur altíð havt tað árræði og tann eyðmjúleika, sum skal til at røkka hægstu tindunum.
– Alt tað eg kann minnast, havi eg havt ein dreym um at gerast yrkisleikari. Dreymurin hevur altíð verið at spælt í eini av fimm bestu deildunum í Europa, og hetta kann gerast eitt stig á leiðini. Men fyrst og fremst snýr tað seg um at koma fyri meg. So taka tað har frá, sigur Samuel.
Partur av langtíðarætlan
Tað at Samuel nú sleppur uttanlands at royna seg, er liður í eini langtíðarætlan, sum hann og táverandi høvuðsvenjari okkara, Jens Berthel Askou, gjørdu. Tá Samuel í 2020 undirskrivaði nýggjan langtíðarsáttmála, segði Berthel hetta við heimasíðuna.
– Sáttmálin við Samuel gevur bæði okkum og honum frið til at hugsavna okkum um at menna hann. Hansara avrik í ár hava verið framúr, og tá vit hugsa um at hann bert er 17-ára gamal, sigur tað okkum somikið, at her er talan um eitt tað størsta verjutalentið í Føroyum í nógv ár. Enn er nógv at arbeiða við áðrenn Samuel er til reiðar at fara víðari út í heim, men hann hevur øll amboðini við sær, sum skulu til fyri at hann kann náa sínar dreymar, sigur Berthel.
– At Samuel hevur undirskrivað ein langan sáttmála, vísur at hann hevur álit á at hetta er rætta staðið fyri hann at menna seg. Okkara fremsta uppgáva er nú at hjálpa honum at leggja fleiri løg á sítt spæl, soleiðis at hann gerst klárur til nýggjar og størri avbjóðingar.
Søguríkt felag
Union St. Gilloise, ella bara Union SG, er kanska ikki so kent millum føroyingar. Við 11 meistarheitum er hetta felagið tað, sum hevur vunnið triðflest belgisk meistaraheiti. Vit skulu tó heilt aftur til 1935 fyri at finna seinasta meistarheitið.
Felagið hevur spælt í nsætfremstu deildini í fleiri ár. Í 2021 eydnaðist teimum at vinna deildina, og harvið flyta upp í fremstu deildina. Sum uppflytari hevur tú ikki tey bestu útlitini fyri at spæla við í toppinum, men Union hevur tikið øll á bóli, og liggur í skrivandi stund nr. 1 í fremstu deildini, Jupiler Pro League. Heili 7 stig frammanfyri nr. 2, stórfelagið Club Brugge. So 2022 verður møguliga árið, har felagið vinnur sítt 12. meistaraheitið.
Vit harmast um at missa ein av okkara mest evnaríku spælarum, men fegnast sjálvsagt um at Samuel fær hendan møguleikan, og at vit harvið senda enn ein leikara víðari í karrieruni.
Vit ynskja Samuel alt tað besta í Belgia, og vóna at hetta bert er fyrsta stigið á hansara yrkisleið. Og skuldi hann einaferð í framtíðini vent nøsina heim aftur til Føroya, veit hann, at HB-húsið altíð stendur opið.