Fótbóltur aftur á skránni

Í dag byrjar Føroya Tele eDeildin, har kappast verður í eFootball PES2020. Kappingin verður spæld á Playstation 4 og teir, ið manna okkara lið, eru Dan Í Soylu og René Shaki Joensen.

Kappingin byrjar sum sagt í dag, og dystirnir eru hesir:

  • Kl. 17:00 HB – Víkingur
  • Kl. 18:00 ÍF – HB
  • Kl. 19:00 B36 – HB

Dystirnir verða vístir á YouTube rásini hjá FSF, sum eitur FSF Varpið.

Annað innleiðandi umfarið verður 14. apríl, meðan finaluumfarið verður 21. apríl.