Droymir tú um eitt spennandi starv, har eingin dagur er eins? Har tú fært álit og ábyrgd í einum umhvørvi, sum stundum er regluligt – men har tú stundum eisini mást handla í eini knappari vend? Har tú arbeiðir sjálvstøðugt, men dagliga samskiftir við nógv fólk? So burdi tú søkt starvið í Havnar Bóltfelag.
Tú verður tann, sum tryggjar, at umsitingin í HB riggar hvønn dag – frá spælaraflytingum og kappingarloyvum til samskifti við FSF, UEFA, myndugleikar, nevnd og aðrar samstarvspartar. Tú fert at hava ein lyklaleiklut í at halda skil á einum felagi við fleiri hundrað limum og sjálvbodnum.
HB er ein breiður felagsskapur, sum arbeiðir fyri at skapa góðar karmar fyri bæði breiddina og tey bestu. Vit leita eftir einum álítandi og skipaðum fólki at røkja umsitingarligar uppgávur og tryggja, at loyvi, váttanir, umsóknir og skrivstovuuppgávur annars verða loystar professionelt og rættstundis.
Starvið fevnir eitt nú um:
- Sáttmálar, loyvi, umsóknir, váttanir, dagligan roknskap osfr.
- Post, teldupost og høvuðstelefon hjá HB
- Arkivering og skráseting
- Støðugt samskifti við t.d. nevnd, fólk í HB, FSF, umframt føroysk og útlendsk feløg
- Ad Hoc uppgávur í sambandi við dystir, kappingar, tiltøk og venjingar
- At tryggja, at vit halda allar lógir og krøv – bæði føroysk og altjóða
- At hava GDPR um hendi
- At arbeiða við at fremja strategi og málsetningar í verki
- Aðrar fyrifallandi uppgávur í HB-húsinum
- At vera andlitið í HB – bæði móti íðkarum, samstørvum og fótbóltsheiminum sum heild
Um teg:
- Tú arbeiðir skipað og dugir at raðfesta uppgávur
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt, men dugir eisini at samstarva við nógv ymisk fólk
- Tær dámar at loysa nógvar ymiskar uppgávur
- Tú trívist í einum lívligum umhvørvi við stórum og smáum
- Tú trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera
- Tú tosar og skrivar væl á føroyskum, donskum og enskum
- Tú hevur góðan telduførleika
- Tú hevur kunnleika til føroyskan fótbólt
- Tú tekur hond í, har tú sært, tørvur er
- Tú ert fyrikomandi og fryntlig/ur
Starvið er fulltíðarstarv. Arbeiðstíðin er skiftandi og fylgir í ávísan mun virkseminum í felagnum. Í kappingarárinum og í sambandi við dystir og tiltøk verður sannlíkt eisini arbeiði uttan fyri vanliga skrivstovutíð. Hetta verður javnað við styttri arbeiðsdøgum uttanfyri kappingarárið.
Send tína umsókn til hb@hb.fo saman við lívsrensli og møguligum viðmælum. Freistin at søkja er sunnudagin 16. august.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Helgu Ellingsgaard, forkvinnu í HB, á tlf 52 58 12 – ella send ein t-post til hb@hb.fo
Starvið verður sett skjótast gjørligt.

















