Týskvøldið 10. desember kemur Jóhanna Fossdalsá Sørensen, sum júst er kosin Ársins Talent 2024 í Danmark, at venja saman við okkara U11-, U13- og U16-gentum á Tórsvølli.
Jóhanna hevur spælt við HB í sínum barna- og ungdómsárum. Sum 13-ára gomul flutti hon til Danmarkar við familjuni. Í dag spælir hon við BK Häcken, sum í ár endaði á øðrum plássi í bestu kvinnudeildini í Svøríki.
Vit eru errin av Jóhonnu, og fegnast um, at hon gevur sær stundir at venja saman við okkara gentum.
Jóhanna hevur umboðað U16, U17 og U19 landsliðini hjá Danmark, og 28. februar í ár spældi hon sin fyrsta A-landsdyst fyri Danmark ímóti Eysturríki.
Hon hevur eisini spælt í Champions League, millum annað ímóti Real Madrid, Chelsea, PSG og Arsenal.
Aftaná venjingina fara vit í HB húsið at hugna okkum.
Mynd: Francisco Macia – Sports Press Photo