Ungi og evnaríki áleyparin er aftur, har tað heila byrjaði.
Bartal Páll sleit sínar fyrstu barnagaggur í HB, men skifti sum ungur suður um til grannarnar. Á sumri 2023 skifti hann til B68, har hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betri-deildini – bert 16-ára gamal.
Í 2024 var hann ein av avgerandi leikarunum hjá B68, sum megnaði at varðveita plássið í Betri-deildini. Millum annað skoraði hann sigursmálið ímóti okkum á Toftum, og var eisini tann heilt stóri spælarin í avgerandi dystinum ímóti NSÍ í síðsta umfari. Her skuldi B68 vinna fyri at varðveita plássið í deildini, og Bartal Páll gjørdi bart og skoraði hat-trick.
Evnini hjá 17-ára gamla Bartal Páll skulu nú aftur standa sína roynd, har tað heila byrjaði. Nemliga í reyða og svarta búnanum í Gundadali. Og hann er fegin um at vera aftur.
– Tað kennist væl at vera aftur í HB-húsinum. At síggja fólk, sum man kennur, aftur og at vita, at man spælir við einum vinnandi liðið. Nú gleði eg meg bara til at koma í gongd, sigur Bartal Páll.
Tá hann verður spurdur um hvørji mál hann hevur sett sær til komandi ár, vil hann ikki seta tal á mál ella upplegg, men leggur dent á, at hann vil vinna tað, sum vinnast kann.
Vit ynskja Bartal Páll vælkomnum heim aftur.
Sáttmálin er galdandi til og við 2026.