Ongir áskoðarar í Betri Deildini í mars

Tíðindaskriv frá FSF:

Umboð fyri feløgini í Betri Deildini hjá monnum hava í kvøld gjørt av, at fyrstu tvey umførini verða uttan áskoðarar.

Øll feløgini í Betri Deildini hjá monnum vóru savnað í FSF húsinum í kvøld, har støðan í deildini var umrødd, eftir at fyrsta umfar var útsett leygardagin. Eftir drúgva viðgerð var avgjørt, at allir dystir í Betri Deildini hjá monnum í mars skulu leikast uttan áskoðarar.

– Vit taka tilmælini frá heilsumyndugleikanum viðvíkandi coronasmittuni í stórsta álvara. Saman við læknafrøðiliga ráðgeva okkara, Elmar Ósá, hava vit lýst avbjóðingarnar við smittuni fyri feløgunum. Eg fegnist um, at FSF og feløgini saman hava tikið avgerð um at leika fyrstu tvey umførini uttan áskoðarar, sigur Róin Schrøter, varaforseti

Betri Deildin hjá monnum byrjar sostatt sunnudagin 15. mars, tá 1. umfar verður leikt uttan áskoðarar.