Eingir dystir komandi vikuna

Vegna koronastøðuna í løtuni hevur Fótbóltssambandið gjørt av at útseta allar dystir í lands- og steypakappingunum. Hetta er galdandi fyri teir dystir sum skuldu spælast til og við hósdagin 10. juni.

Fyri okkum merkir hetta at landskappingardysturin hjá kvinnunum ímóti B36, og steypadysturin hjá monnunum, enn einaferð eru útsettir. Eisini eru allir barna- og ungdómsdystir útsettir.

FSF sigur at støðan verður viðgjørd so hvørt støðan broytist.

Venjingarnar halda tó fram sum áður, við teimum atlitum og fyrivarnum, ið hava verið galdandi seinastu vikuna.