Áki Samuelsen er seldur til norska felagið Ranheim, sum spælir í næstbestu deildini.
Áki hevði sítt besta kappingarár í fjør, og dygdirnar hjá honum hava tey eisini lagt til merkis í Norra. Við 12 málum í Betri-deildini gjørdist hann toppskjútti hjá okkum. Hann var drívmegin í offensiva spælinum, og tað merktist eisini, tá hann sat uttanfyri við skaða.
Sum 15-ára gamal fór Áki til FC Midtjylland, har hann spældi á ungdómsliðum, til hann í 2020 vendi heim aftur til barndómsfelagið. Sama ár fekk hann sín fyrsta dyst á besta liðnum, tá hann í 1-0 sigri á útivølli ímóti TB varð skiftur inn. Hetta árið fekk hann tilsamans fýra dystir á besta liðnum.
Árið eftir fekk hann ein størri leiklut, og í 2022 beit hann seg fastan á liðið, tá hann spældi 26 av 27 dystum í Betri-deildini. Síðani er hann vorðin ein av okkara lyklaleikarum, og nú hann fer til Norra, er hann skrásettur fyri 119 dystir og 34 mál fyri besta liðið.
Vit ynskja Áka góða eydnu á yrkisleiðini. Og hóast tað tykist sum ein endurtøka, eru vit errin av, at vit eru tað felagið í Føroyum, ið mennir nógv flest spælarar, sum fara víðari út í heim at royna eydnuna.
Hagtøl: FaroeSoccer
Mynd: RSmedia/HB