Formaðurin er spentur

Grannauppgerð. Slagið um Havnina. Arvafíggindar. Nógv orð verða brúkt at lýsa innanhýsis dystirnar millum okkum og B36. Fyri mong eru hesir dystirnir hæddarpunktið á árinum. Og tað er líkamikið um tað eru fjepparar ella leikarar.

Hetta er dysturin, sum ongin av okkum vil tapa. Bylgjurnar ganga mangan høgt á arbeiðsplássum runt í Havnini. Man kann næstan siga, at vinar- og familjubond verða løgd á hillina í nakrar dagar.

Ein sum hevur roynt hetta fleiri ferðir, er okkara egni formaður, Páll Mohr Joensen. Og fyri hann er tað sum flest allar HBarar, ein av fyrstu dystunum man leitar eftir í kappingarskránni.

– Tá ið dystrarskráin fyri Betri Deildina verður kunngjørd, eru tað altíð nakrir dystir mann hyggur fyrst eftir. Her eru uppgerðirnar móti B36 altíð við. Tað eru fleiri stórir dystir í einum kappingarári, og tað koma altíð dystir av stórum týdningi, tá ið kappingarárið líðir móti endanum. Men óðansæð hvussu kappingarárið hilnast, bæði hjá okkum og B36, er tað altíð alneyðugt at vinna á B36 – tað er sum at grannauppgerðirnar liva sítt egna lív.

Dagarnir frammanundan eru serligir

Hann hevur sum nevnt roynt hetta sum leikari fleiri ferðir. Og hann minnist eisini aftur á, at tað var nakað sum merktist til venjingum upp til hesar dystirnar.

– Sum leikari eru teir stóru dystirnir klimaks – tað eru teir stóru dystirnir, ið fær teg at kýta teg tað eyka í venjingum gjøgnum alt árið, sum skal til fyri at tú ert í toppformi. Tí minnist eg eisini, at persónliga avrikið í slíkum dystum høvdu nógv at siga – at mann avrikaði væl í teimum dystunum, sum mann hvønn dag gekk og droymdi um at spæla. Tí er ein grannauppgerð so ræðuliga nógv meir enn tey 3 stigini hjá leikarunum. Og tað er eisini galdandi fyri áskoðarar okkara – vikan er bjargað, um vit eru omaná, sigur hann.

Nýggjur leiklutur

Nú er leikluturin ein annar. Nevniliga sum formaður. Men hóast hann ikki er á vøllinum, er kenslan tann sama.

– Í so máta er støðan sum formaður í felagnum ikki nógv annarleiðis enn hjá øðrum HB’arum – eg eri faktiskt bara ein annar fjeppari, sum meir enn nakað annað vil vinna á grannunum. Tað eru nakrar serligar kenslur, ið spakuliga byggjast upp innaní einum longu frá mánadegnum av. Kenslan av at okkurt stórt og spennandi er í væntu.
Eg havi altíð góðar vónir, tá ið vit spæla – líkamikið mótstøðuliðið. Vit hava dugnaligar leikarar og venjarar, sum eg róliga tori at leggja mítt álit á. Vit hava seinnu árini fingið uppbygt okkum eitt sterkt og væl samanspælt lið. Fantastiskt!

Favorittleikluturin einki at siga

Vit vera av mongum skýrdir at vera favorittar hesa ferð. Men metingar frá serfrøðingum, odds frá veddingarfyritøkum o.a., hava einki at siga, tá talan er um grannauppgerðir.

– Sum eg nevndi, er tað næstan soleiðis at grannauppgerðirnar hava sítt egna lív, og tí er tað altíð so sera spennandi tá ið vit møta B36. Í fjør skýrdu fleiri grannarnar at hava sterkasta hópin í landinum, men vunnu vit óvæntað allar tríggjar uppgerðirnar. Í ár er tað heila koppað á, og vit standa sum favorittar. So líkamikið hvat viðmerkjarar og fólki annars sigur, einki er ókeypis tá ið vit bresta saman við grannunum! Men eg fari við góðum treysti á Tórsvøll, sigur Páll at enda.

Koyr á HB!