Helmand til HB Køge

Kropsligi venjarin hjá Betri monnum, Helmand Hamid, gevst í felagnum, nú hann hevur tikið við einum starvi hjá HB Køge. Harvið legst hann afturat longu røðini av venjarum og spælarum her í felagnum, ið taka næsta fetið á yrkisleiðini

Helmand kom til felagið undan kappingarbyrjan í 2021, tá hann avloysti Sebastian, sum fór til AC Horsens.

– Tað hevur verið bæði spennandi og mennandi at flyta til eitt nýtt land, og at sleppa at arbeiða í einum felag sum HB. Men ævintýrið steðgaði fyrr enn ætlað, nú tað stóð mær í boði, at taka við starvinum sum kropsligur venjari í ungdómsdeildini hjá HB Køge, har vit eisini koma nærri familjuni.

– Eg vil fegin takka øllum spælarunum í HB, og tað hevur verið ein sonn frøði at arbeiða saman við nøkrum av teimum dugnaligastu fótbóltsspælarunum í landinum. Somuleiðis vil eg takka venjaratoyminum og øllum í og rundan um felagið, fyri eitt gott samstarv.

– Tað er við blandaðum kenslum, at eg sigi farvæl. Eg ynski tykkum øllum tað besta í framtíðini, og fari sjálvsagt at halda eitt vakið eyga við HB.

Vit takka somuleiðis Helmand fyri tíðini og hansara íkast, og ynskja honum alt tað besta í nýggja starvinum, og á hansara framhaldandi yrkisleið innan fótbóltin.