Kappingin hjá 1. deild kvinnum byrjað

Síðsta vikuskiftið byrjaði kappingin í 1. deild hjá kvinnum. Tíverri fekk mótstøðuliðið ikki manna lið, og okkara vunnu uttan dyst.
Skírisdag lá betri fyri, tá okkara kvinnur fóru suður til Trongisvágs at spæla ímóti TB/FCS/ í storminum. Suðuroyarliðið hevði leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki, og kom eisini á odda. Men hóast okkara fingu takið á dystinum í seinna hálvleiki, megnaðu tær ikki at umseta til mál, og fóru tí norður um aftur við ongum stigi.
1. deild er fyri allar kvinnur, ið hava hug at spæla fótbólt. So um tað er onkur har úti, ið kundi hugsa sær at lati seg í gaggurnar, og annars hugna sær í Gundadali, er tað bara at seta seg í samband við annan av venjarunum, Simonu Heinesen og Liljan av Fløtum.