Miðvallarin Súsanna Laksáfoss Godtfred flytur eitt vet longur norð og verður partur av hópinum hjá Betri-kvinnum.
Súsanna er 18-ára gomul. Hon er miðvallari og kemur úr B36. Hon hevur spælt 32 dystir fyri besta kvinnuliðið har, har hon eisini hevur skotið seks mál.
Í landsliðshøpi hevur Súsanna spælt á U16-, U17- og U19 landsliðunum, har tað tilsamans er blivið til 32 landsdystir.
Súsanna er ein kærkomin styrkur, nú kvinnurnar fyrireika seg til FM-endaspælið.
Vælkomin norð!
Mynd: RSmedia / HB
Hagtøl: FaroeSoccer




















