Gott, men óheppið, kappingarár hjá okkara kvinnum

Flestu liðini í bestu deildini hjá kvinnum eru merkt av stórum broytingum hvørt ár. Leikarar gevast, flyta uttanlands, gerast við barn osfr. Hetta er  nakað, felagið hevur vant seg við, og tað er ein natúrlig avleiðing av, at miðalaldurin er so lágur, sum hann er.

Vit í HB leggja stóran dent á, at alt ikki verður koyrt í ein sekk, og vinnur man ikki, so dettur alt ikki niðurfyri árið eftir. Umstøðurnar kring liðið eru góðar. Egið skiftirúm, góða venjingarútgerð, gott venjaratoymið við fleiri venjarum, málverjuvenjara, fysiskum venjarum osfr. Dentur verður eisini lagdur á at fáa eina venjingarmentan í leikarar, so at hugurin at mennast onkursvegna er nummar eitt. Kapping um plássini er eisini umráðandi, og tískil er týdningarmikið, at mongdin av leikarum hvørt ár er góð. Hvørt ár fáa leikarar úr ungdómsdeildunum aldur at leika við Betri kvinnum, aðrar koma kanska úr øðrum feløgum.

Kappingarárið 2018
Hetta árið endaðu Betri kvinnur hjá HB á einum 2. plássi og máttu tíverri eisini taka til takkar við eitt silvurheiðursmerki í steypafinaluni.

So koma vit til broytingar. Av liðnum í fjør vóru tað heili 4 “startarar”, sum ikki fóru at leika í ár. Simona fekk ein álvarsligan skaða næstseinasta dystin, Lea fekk ein álvarsligan knæskaða í dysti í Gøtu, Sarita fór aftur til B36, og Milja, sum skoraði heili 28 mál, valdi at halda frí frá fótbóltinum í 2019.

Kappingarárið 2019
Uppstarturin var góður, og nógvir leikarar vóru til venjing. Tveir nýggir málverjar komu til felagið, nakrir ungir leikarar fingu aldur til bestu deildina, men annars var liðið tað saman. Venjingarnar vóru góðar og gevandi, og leikararnir mentust. Leikarar, sum árið undan høvdu sitið á bonkinum, fingu nú leiktíð.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fingu kvinnurnar møguleikan at leika um Stórsteypið hjá Lions, og hendan prestisjudystin vunnu vit heili 7-1 móti EBS/Skála.

Tíðliga í kappingini fekk liðskipari okkara, Ása, ein álvarsligan knæskaða, og er úti í eitt ár. Stutt eftir fór ein av bestu verjuleikarum í Føroyum, Nadja, eisini út við álvarsligum liðbandsskaða.

Hetta merkir at tvær eru givnar, og heili fýra leikarar úti við álvarsligum skaðum. Fýra av hesum leikarum eru A-landsliðsleikarar.

Tað er stuttligt at vera partur av einum sunnun liðið, har óansæð hvør er við ella ikki, mennast leikarar og eru klárar, tá tær fáa kjansin. Høvdu føroyskir miðlar skriva og tosa bara 10% um kvinnurnar, sum teir gera um menninar, so høvdu vit eisini havt nógvar góðar sólskinssøgur!

Endaspurturin
Í morgin leika okkara Betri kvinnur næstseinasta landskappingardystin í ár, og vit kunnu við einum sigri í morgin tryggja okkum silvur. Megnar EBS/Skála so eisini tað óvæntaða at vinna í Klaksvík, ja, so verður ein FM-finala í Havn 28. september ímóti KÍ.

Um eina viku leika vit enn eina steypafinalu, enn einaferð ímóti EBS/Skála.

Sjálvt við nógvum skaðum og frágongd, so er tað menningin, sum skal bera okkum víðari, og sum má og skal vera grundarsteinurin undir Betri-kvinnum hjá HB. Vit skulu hava eitt lið, sum altíð strembar eftir, at tað skal vera stuttligt at leika fótbólt, at mennast og kappast!

Koyr á HB!