Lý, Lisa, Fríða, Teresa og Borghild eru í hesum døgum við U19-landsliðnum til EM-undankapping í Moldova.
Fyrsti dysturin ímóti vertstjóðini endaði við stórsigri til Føroyar. Heili 7-0!
Næsti dystur verður fríggjadagin 4. apríl ímóti Kýpros, og seinasti dysturin á hesum túrinum verður spældur mánadagin 7. apríl. Hann er ímóti Estlandi.





















