HBarar til EM-undankapping

Tríggir núverandi, og fýra fyrrverandi HBarar eru úttiknir til U19-landsliðið við dreingjum, sum skal spæla EM-undankapping í Danmark. Mótstøðuliðini eru Danmark, Finnland og Frakland.

Úr HB eru Símun Sólheim, Tórur Franksson Joensen og Dánjal Reginsson úttiknir. Bjarti Vitalis Mørk, ið fyri stuttum skifti til AB, er eisini úttikin. Harumframt eru Hanus Sørensen, Ári Arge og Leivur Guttesen, ið allir hava sína dagligu gongd í donskum feløgum, við í endaliga hópinum.

Vit ynskja føroyska U19-landsliðnum góða eydnu.

Mynd: fsf.fo