Viljormur og Bjarti eru úttiknir til A-landsliðið, sum skal spæla tveir heimadystir í oktober.
Tá Føroyar í september spældu ímóti Kroatia, setti Viljormur met fyri flest spældar minuttir á føroyska landsliðnum – 7.426. Nakrar dagar seinni legði hann 90 minuttir afturat metinum, og er nú komin uppá 7.516 minuttir, býtt á 90 landsdystir. Nú er so møguleiki fyri, at metið verður enn meira útbygt.
Bjarti tykist bara verða blivin betri og betri, sum landskappingin er gingin. Og tí var tað ikki óvæntað, at hann var millum teir tríggjar málmenninar seinast. Og ei heldur, at hann er tað hesa ferð. Hann er í harðari kapping við fyrrverandi HB’aran, Mathias Lamhauge, um plássið millum stengurnar, og hevur enn sín fyrsta A-landsdyst til góðar.
Føroyar spæla ímóti Montenegro 9. oktober og Kekkia 12. oktober.
Hagtøl: FaroeSoccer
Mynd: RSmedia / HB























