Ási fekk sín fyrsta A-landsdyst í kvøld, tá Føroyar vunnu 1-0 á Kasakstan.
Hann bleiv skiftur inn stutt fyri leiklok, og legðist harvið afturat teimum mongu uppaldu HB’arunum, sum hava umboðað Føroyar.
Hetta var krúnan á verki á einum góðum og hendingaríkum kappingarárið hjá Ása. Hann er leikarin, sum hevur spælt flestar minuttir fyri okkum í ár. Í august slapp hann eisini fyri fyrstu ferð at bera liðskiparabandið fyri barndómsfelagið, og nú endaði alt við einum landsdysti.
Til lukku, Ási























