Stefan skoraði sigursmálið

Føroyska U21-landsliðið vann í kvøld 1-0 á útivølli ímóti Norðurmakedonia. Sigursmálið skoraði Stefan uppá brotsspark tíðliga í seinna hálvleiki, eftir at hann sjálvur var blivin feldur.

Hetta var 5. landsliðsmálið hjá Stefan, og harvið er hann mest skorandi spælarin á U21-landsliðnum.

Umframt Stefan, so spældi Hanus eisini allar 90 minuttirnar, meðan Bjarti sat á bonkinum, uttan at verða skiftur inn.

Mynd: portal.fo