Enn ein HBari á landsliðnum

Hørður Askham hevur fingið landsliðsboð til komandi landsdystirnar ímóti Ísrael, Danmark og Moldova, eftir at Rógvi Baldvinsson hevur givið avboð vegna skaða.

Harvið legst hann afturat hinum HBarunum, Teiti, René og Hera.

Hørður hevur verið partur av landsliðshópinum fyrr, har tað higartil er blivið til tveir landsdystir. Í 2019 ímóti Svøríki, og fyrr í ár ímóti Liktinstein.