Kom og verð partur av venjaraumhvørvinum í HB

Havnar Bóltfelag søkir eftir venjara at vera partur av venjaratoyminum hjá U15- og U17-dreingjum restina av kappingarárinum 2025.

Um starvið:

DU15-DU17 toymið er mannað av tveimum høvuðsábyrgdarum. Jákup L. Thomsen hevur ábyrgdina av DU15, og Gunnar Nielsen hevur ábyrgdina av DU17. Harumframt eru eisini fleiri foreldravenjarar í toyminum.

Tú verður sett/-ur sum hjálparvenjari og verður knýtt/-ur at báðum liðunum. Tað verður ikki kravt av tær, at tú sjálvur skal standa á odda fyri venjingum ella dysti. Talan er um, at tú skal luttaka í  minimum tveimum venjingum um vikuna, umframt dysti í vikuskiftinum.

Tú verður fyrst og fremst partur av DU15-DU17 toyminum, men tú fær harumframt eisini møguleika at vera partur av Transitiónstoyminum.

Transitiónstoymið er eitt nýtt toymið, sum er sett saman av venjarum frá DU15, DU17, Betri-monnum og transitiónsvenjara og hevur til endamáls at menna okkara bestu ungdómsleikarar.

Í Havnar Bóltfelag verður stórur dentur lagdur á at hava, og áhaldandi at menna, eitt fakliga sterkt venjaraumhvørvið. Umframt at vera partur transitiónstoyminum, so eru eisini ríkiligir møguleikar at sparra og taka við læru av fakliga dugnaligum og nærløgdum venjarum. Starvið er ein góður møguleiki hjá tær, sum hevur ætlanir um at menna teg sum venjara.

Eydnast starvssetanin hetta kappingarárið væl, so er góður møguleiki fyri framhaldandi at vera ein partur av ungdómsvenjaratoyminum í Havnar Bóltfelag eftir kappingarárið 2025.

Um teg:

Sum persónur ert tú arbeiðssamur, nærlagdur, hugagóður og tú hevur eitt positivt lyndi.

Tú vilt verða partur av einum spennandi venjaraumhvørvi.

Tað er ikki krav, at tú hevur venjaraútbúgving ella venjararoyndir frammanundan.

Lønar- og setanartreytir:
Samsýning verður veitt eftir avtalu. Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Send umsókn við stuttari frágreiðing um teg á hb@hb.fo.