U15-dreingirnir í steypafinaluni!

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá okkara U15-dreingir spældu seg í steypafinaluna.

Grannarnir fyri sunnan løgdu seg á odda 1-0, og leingi sá út til at tað skuldi gerast endaliga úrslitið. Men við seinasta sparkinum í dystinum, megnaðu okkara at javna til 1-1. So skuldi umdystur til.

B36 legði seg eisini á odda 2-1, men aftur hesa ferð kláraðu vit at javna.

Marathon-dysturin skuldi tí avgerðast við brotssparkskapping, har vit skoraðu uppá øll okkara, meðan B36 brendi tað eina. Sostatt eru tað vit, ið skulu spæla steypafinalu.

Vit ynskja dreingjunum til lukku við finaluplássinum, og takka samstundis B36 fyri ein spennandi og dramatiskan dyst.

Finalan verður í móti KÍ, og verður spæld á Tórsvølli sunnudagin 26. september kl. 18.00.

Mynd: Rói Joensen