Greiddu sína skyldu 

Greiddu sína skyldu

Okkara leikarar lótu ongan iva vera um, hvør er í toppinum, og hvør er í botninum, tá teir vitjaðu í Sørvági í gjár. 

Tað var í keðiligum veðri, at havnafólk høvdu leitað sær til Sørvágs at hyggja eftir fótbólti í gjár. Men hóast veðrið var keðiligt, var okkara spæl ikki so galið. Okkara menn lupu á frá fyrsta sekundi, og eftir eitt korter, høvdu vit lagt okkum á odda 2-0.

Fyrsta málið kom eftir eitt innlegg frá væl upplagda liðskipara okkara, Jógvani Róa Davidsen, sum Dan í Soylu uttan trupulleikar setti inn. Tað seinna málið kom eftir eitt frálíkt innlegg úr vinstru síðu frá Magnusi Egilssyni, sum Ari Mohr Olsen stútaði inn. Ari hevur veruliga fingið gongd á máskjótingina, tí hetta var triðji dystur á rað, at hann kom á máltalvuna.

Eftir ein hálvan tíma komu vágamenn meira við í dystin, og tað hevði við sær, at 07 Vestur í skjótálopi minkar um munin til 2-1. Sama gongdin helt á í byrjanini av seinna hálvleiki. Hóast vit eisini høvdu onkrar kjansir, loyvdu vit heimaliðnum ov nógv framat, og nakrar ferðir var eisini vandi á ferð. At heimaliðið ongantíð fekk nakað mál afturat, var bara vegna sterka stríðsviljan hjá okkara monnum og einum væl spælandi Teiti Gestsson í málinum. Tá hinir sloppu at skjóta, var Teitur sum ein køttur og megnaði onkursvegna at bjarga øllum.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki skiftu vit Bryjnar Hlöðversson inn á miðjuna, og tá steðgaði góða gongdin hjá vágamonnum, og vit tóku yvir aftur. Tá áleið eitt korter var eftir av dystinum, gjørdi 07 Vestur sjálvmál, eftir at Dan í Soylu hevði rikið framvið fleiri mótsstøðumonnum í høgru síðu og legði bóltin hart inn í brosteigin tætt undir málinum. Um ein av mótstøðumonnunum ikki var komin fyri, hevði Jógvan Skeel Nosløe helst skorað, men hann fekk kjansin seinni. Løtu seinni hálvbjargar væl leikandi 07 Vestur-málverjin einum skoti frá Dan, og við einum hørðum skoti frá kantinum av brotseiginum, smekkaði Jógavn bóltin inn til 4-1 og setti endaligt punktum fyri HB-málveitsluni hendan dagin.

Í HB-bussinum varð Teitur Gestsson kosin til dagsins leikara.

Tað skal eisini nevnast, at grannar okkara í B36 at síggja til eisini hava sett sær fyri, at Havnin skal vinna landskappingina í ár. Teir vunnu á KÍ, og tí liggur HB nú fremst við 8 stigum.

Sunnudagin taka vit ímóti suðuroyingum í Gundadali, og vónandi heldur sama gongdin fram tá!

Koyr á HB! 

 

Dystarfrásøgn: Regin Winther Poulsen

Mynd: Rakul Hansen