Málveitsla í Gundadali

Tað var kanska ikki alla tíðina so pent, men undihaldandi var tað, tá vit vunnu 4-3 á AB.

Dysturin tóktist byrja eftir ætlan. Okkara menn spældu væl og høvdu fult tamarhald á dystinum. Tá eitt gott korter var farið, sendi Adrian ein bólt í dýpdina til Símun Samuelsen. Og Símun, kaldur sum hann er, trillaði bóltin framvið AB málverjanum, og so var 1-0 til okkum. Um nakar helt, at talan nú fór at vera um avgreiðsluspurning, fór viðkomandi so dyggiliga skeivur. Tá 32 minuttir vóru spældir, fekk AB horna. Bólturin endaði fyri føturnar á Bárði Olsen, og hann smekkaði bóltin í málið til 1-1. Eitt sindur av fjáltri tóktisk vera á okkara monnum, og AB’arnir vóru sera ágrýtnir hesa løtuna.

Men beint sum fólk ætlaðu sær til hálvleiks, var tað okkara túrur at fáa hornaspark. Magnus fór út at taka, og hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta bóltin beinleiðis í málið við nærmastu stong. Gott at fara til hálvleiks við einari leiðslu.

Fólk vóru nóg illa komin út til seinna hálvleik, so var aftur galið. Áleyparin hjá AB, Bjarki Nielsen, var sendur avstað, og einsamallur við Teiti var hann tryggur og javnaði til 2-2. Tó gekk ikki lang tíð, áðrenn vit løgdu okkum á odda fyri triðju ferð. Adrian fær ein bólt inni í feltinum og leggur hann trygt í mótsattu síðu til 3-2.

Bara tríggjar minuttir seinni fekk AB brotsspark. Men Teitur var sum ein køttur og bjargaði meistarliga. Nú kundi AB ikki fylgja við meira, helt man. Men gakk! Bara fýra minuttir seinni fær Filip í Liða bóltin úti í vinstru síðu. Hann dregur eitt sindur inn í vøllin og smekkar til úr 20-25 metrum. Bólturin situr dygst uppi í horninum og brestur í netið til 3-3. Eitt ótrúliga flott mál.

Tá eitt gott korter var eftir, kom 7. og síðsta málið, og vit kunnu næstan kalla tað ein Adrian Classic. Hann fær ein bólt uttanfyri feltið, og hóast tveir-tríggir AB’arar stóðu í vegin, fær hann onkursvegna smoygt bóltin ímillum hesar og uttanum málmannin til 4-3!

Størsti fagnaðurin í Gundadali í dag kom í 88. minutti, tá Tróndur Jensen bleiv skiftur inn. Hetta er fyrstu ferð, at Tróndur kemur á vøllin, eftir skaðan hann fekk ímóti KÍ í fjør.

Fleiri mál komu ikki, men vóru vit eitt sindur meira nærlagdir, kundu vit tað sama økt um leiðsluna. Vit kunnu fegnast um trý stig og ein undirhaldandi dyst.

Hagtøl

HB – AB 4-3
1-0  Símun Samuelsen
1-1  Bárður Olsen
2-1  Magnus Egilsson
2-2  Bjarki Nielsen
3-2  Adrian Justinussen
3-3  Filip í Liða
4-3  Adrian Justinussen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), Brynjar Hlöðversson, Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Pætur Petersen (Jógvan Skeel Nolsøe), Andreas Breimyr (Ari Mohr Olsen), Símun Samuelsen (Tróndur Jensen), Hørður Askham

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Villiam Emil Klein, Bjarni Brimnes, Símun Sólheim

Dagsins leikari: Adrian Justinussen