Aftur á slóðina

Í fyrra hálvleiki sá einki serligt út hjá okkum, og satt at siga vóru vit hepnir at bert vera aftanfyri 1-0. Men í seinna hálvleiki vendist dystargongdin, og við trimum málum fingu vit øll stigini við aftur til Havnar.

Spælið hekk illa saman í fyrra hálvleiki. Ferðin var lág, og neyvleikin í avleveringunum var undir tað vit hava sæð av okkara monnum í ár. Skála fekk teir størstu møguleikarnar, og var tað ikki fyri Føroya besta málmann, so kundi lættliga sæð verri út enn 1-0 í hálvleikinum. Málið fekk Skála beint fyri hálvleik, eftir eina verjuvillu frá okkara síðu.

Berthel man uttan iva hava tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum, tí tað var eitt annað lið sum kom á vøllin. Spælið hekk betur saman, og vit megnaðu at skapa nakrar møguleikar. Tann størsta átti Kevin, tá hann kom púra fríur ímóti málinum. Men tíverri fyri okkum, bjargaði Skála málverjin.

Heðin, ið hevur verið skaddur síðstu vikurnar, kom á vøllin aftaná 65 minuttir. Og tá settu vit okkum enn meira á dystin. Útjavnandi málið kom nakrar fáar minuttir seinni. Eftir eitt sindur av trunkspæl, hevði Skála leikari hondina á bóltinum, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Daniel, ið hevur yvirtikið rolluna sum deyðbóltsserfrøðingur eftir Adrian, vísti at hann ikki bara dugir at skjóta fríspørk og leggja millimetur presis innlegg. Frá 11-metra blettinum var hann tryggleikin sjálvur, sendi Skála-málverjan út at keypa kaffi, og legði bóltin trygt í málið til 1-1.

Rómurin eftir útjavnandi málið hevði illa nokk lagt seg, áðrenn vit komu á odda. Og aftur var tað Daniel sum var við í málinum. Hann smekkaði eitt innlegg inn í brotsteigin hjá Skála, og umvegis ein Skála leikara, endaði bólturin í pannuni hjá innskifta Heðin. 2-1 til okkum!

Dysturin bleiv endaliga avgjørdur 5 minuttir seinni. Daniel vísti enn einaferð sín frálíka sparkiteknikk, tá hann smekkaði eitt hornaspark innfyri, har Mathias var hægstur og skallaði bóltin inn til 3-1.

Hetta vóru trý kærkomin stig, aftaná tapið ímóti NSÍ. Fyrri hálvleikur var eitt sindur trilvandi, men liðið vísti styrki við at reisa seg í seinna hálvleiki. Síðstu minuttirnar av dystinum sóu vit nokk tað yngstu álopstrio’ina í landinum. Samuel varð fluttur heilt fram, og við sína lið hevði hann innskifta Ása og Áka, sum eru ávíkavist 17 og 16 ár. Hetta er eitt tekin um at ungdómsarbeiðið gevur úrslit, umframt at vit hava eitt venjaratoymi, ið vísur teimum álit.

Hagtøl

Betri Deildin menn

Skála –  HB 1-3 (1-0)

1-0 Jan Ingason Hansen
1-1 Daniel Johansen (br)
1-2 Heðin Hansen
1-3 Mathias Nygaard

Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson – 3 Jógvan Rói Davidsen (liðsk),  17 Bartal Wardum, 28 Samuel J. Chukwudi, 6 Daniel Johansen – 21 Mikkel Frankoch, 18 Mathias Nygaard, 8 Dan í Soylu – 24 Kevin Schindler (4 Heðin Hansen), 13 Mads Boe Mikkelsen (29 Áki Debes Samuelsen), 10 René Shaki Joensen (20 Ási Dam),

Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Delphin Tshiembe

Dagsins leikari: Heðin Hansen

Mynd: Rakul Hansen