Tryggur sigur á Skála

Í góðveðrinum á Skála avgjørdu vit alt í fyrra hálvleiki, tá vit otaðu okkum nærri toppliðunum.

Ofta hoyra vit venjarar siga, at man skal vera klárur frá byrjan. Hóast hetta viðhvørt tykist ljóðað sum útvatnað, innartómt orðaskvaldur, kann ikki sigast annað enn, at tað vóru vit. Klokkan var ikki farin ein umgang runt, áðrenn Símun, ísakaldur sum altíð, legði bóltin upp í hornið. Bartal sendi ein langan bólt fram, sum Skála-verjan í fyrstu syftu fekk vart fyri. Men bólturin datt fyri føturnar á Símuni, sum setti innarsíðuna á, og so var 1-0 til okkum. Vit sótu meira ella minni á øllum í einar 10 minuttir. Menn funnu væl hvønn annan, og Skálamenn tóktust eitt sindur ørkymlaðir. Tó henda tingini skjótt í fótbólti. Nærmast burtur úr ongum smekkaði ein Skála-leikari til uttanfyri feltið, og bólturin brast í innaru síðuna á stongini. Nú vóru vit ávaraðir.

Eftir 24 minuttir fingu vit fríspark. Skála málverjin kom ov langt út í royndini at taka bóltin, og fríspark bleiv dømt beint uttanfyri feltið. Hetta var sjálvsagt ein uppgáva fyri frísparkskongin Adrian. Hóast hann viðhvørt hevur fyri vana at skora úr 35 metrum, vísti hann, at hann eisini dugur úr 16 metrum. Skála setti 7 mans í múrin, men Adrian fann eitt hol, og so var 2-0.

Góðar fimm minuttir fyri hálvleik varð dysturin í roynd og veru avgjørdur. Dan sníkti seg sum ein annar ninja afturum Skála-verjuna. Adrian var við uppá tað, og við einari Trónd Jensen-líknandi avlevering, skar bólturin seg ígjøgnum Skála-verjuna. Dan var einsamallur við málmanninum og trillaði bóltin framvið honum. Málverjin kundi ikki gera annað enn at seta seg á gumpin og hyggja at, meðan okkara menn fegnaðust.

Hóast okkara menn komu út til seinna hálvleik og vildu meira, komu ikki fleiri mál. Dysturin dovnaði spakuliga, og til síðst tóktist tað, sum at vit sleptu spitaranum eitt sindur. Ein tryggur 3-0 sigur á Skála, og onnur úrslit hetta umfarið, gera at vit nærkast oddinum.

Hagtøl

Skála – HB 0-3 (0-3)
0-1 – Símun Samuelsen
0-2 – Adrian Justinussen
0-3 – Dan í Soylu

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk), Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Daniel Johansen), Tróndur Jensen, Bartal Wardum, Símun Samuelsen (Pætur Petersen), Hørður Askham, Ari Mohr Olsen (Sebastian Pingel), Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Jógvan Skeel Nolsøe, Andreas Breimyr, Símun Sólheim

Dagsins leikari: Tróndur Jensen