Javnleikur hóast leikliga yvirvág

Hóast vit svumu í møguleikum, rakk tað bert til javnleik ímóti Linfield

Men tað byrjaði ikki sum ætlað. Longu í 1. minutti kom Linfield á odda 1-0. Eitt innlegg úr høgru endaði fyri føturnar á Andy Waterworth, sum tætt undir málinum smekkaði bóltin í kassan. Hetta var sum at fáa ein vátan vøtt beint á trýnið.

Sjokkbyrjanin tóktist tó ikki nerva okkara menn, og vit settu okkum skjótt á dystin. Nógvir møguleikar vórðu skaptir, men inn vildi bólturin ikki. Um ikki tað var ein norðuríri í vegin, so var tað stongin. Tá 10 minuttir restaðu í fyrra hálvleiki, fingu vit brotsspark. Adrian var tryggur úr 11 metrum, og so var 1-1. Hetta var eisini hálvleiksstøðan, men út frá spæli og møguleikum so var hetta ikki heilt rættvísandi.

Seinni hálvleikur byrjaði, sum fyrri endaði. Okkara menn vóru nærgangandi og generelt nógv betri á bóltinum. Sum hálvleikurin leið, kom Linfield meira inn í dystin. Spælið bylgjaði aftur og fram, tó at tað vóru vit, ið vóru teir vandamiklaru.

Men tá tað restaðu tveir minuttir, fingu vit aftur ein frammaná. Ein Linfield leikari rann í ryggin á Hørði og brast í vøllin, sum var hann skotin. Hóast eina elendiga sjónleikararoynd, hoppaði dómarin í við báðum beinum og dømdi brotsspark. Teitur var nær við at bjarga, men Andy Waterworth skoraði sítt annað mál.

Um tað var væleydnaða sjónleikararoyndin hjá Linfield-leikaranum, ið fekk øði í okkara menn, skal vera ósagt. Men tað gekk minni enn ein minuttur, so javnaði Pætur til 2-2. Símun legði inn fyri úr vinstru, og har fekk Pætur høvdið á.

Í síðsta minutti, sum dómarin hevði lagt afturat, kundu vit fari avstað við øllum. Dan hevði opið mál fyri sær í 5 metrinum, men onkursvegna fekk málmaðurin fótin á.

Ein javnleikur á heimavølli er ikki besta útgangsstøðið. Men við tí spælið og hugburði vit vístu í dag, er møguleikin at koma víðari absolutt til staðar. Tí tað er lítil ivi um, at tá tað kemur til at spæla fótbólt, vístu vit nógv meira enn Linfield.

Returdysturin verður í Belfast hóskvøldið 1. august kl. 19:45.

Hagtøl

HB – Linfield 2-2 (1-1)
0-1 – Andy Waterworth
1-1 – Adrian Justinussen
1-2 – Andy Waterworth
2-2 – Pætur Petersen

Liðið í dag: Teitur Matras Gestsson – Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), Sebastian Pingel (Dan í Soylu), Brynjar Hlöðversson (Daniel Johansen), Adrian Justinussen (Pætur Petersen), Tróndur Jensen, Símun Samuelsen, Hørður Askham, Ari Mohr Olsen, Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, René Shaki Joensen, Bartal Wardum, Símun Sólheim

Mynd: Rakul Hansen