Trivaligur ólavsøkusigur

Tað gekk ein løta, áðrenn vit fingu hol á, men tá vit gjørdu, var eingin ivi um hvar stigini, og ólavsøkusteypið, skuldu fara.

Settu okkum á dystin frá byrjan

Dysturin byrjaði sum eitt satt ódnarveður. Álopini skolaðu oman ímóti TB-málinum, og fleiri mundu klóra sær í nakkanum, tá støðan enn var 0-0 eftir 10 minuttir. Vit skaptu fleiri upplagdar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Um okkara vóru óskarpir, ella málið var gandað, má vera upp til hvønn einstakan at meta um.

Men dysturin misti eitt sindur av flognum, og tá Mikkel Frankoch fór av vøllinum við skaða eftir góðar 15 minuttir, steðgaði mest sum upp hjá okkum. Ikki tí, vit skaptu okkurt, men einki í mun til teir fyrstu minuttirnar. Hetta sigur kanska eitt sindur um hvussu týdningarmikil Mikkel er, hóast hann ikki skapar tær stóru yvirskriftirnar.

Vaknaðu aftur í seinna hálvleiki

Okkurt var nokk sagt í hálvleikinum, tí vit komu út við einum heilt øðrum úttrykkið í seinna hálvleiki. Ferðin og hugflogið var eitt annað. Men tað skuldi ein deyðbóltur til, áðrenn hol kom á. Eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin, og sjálvandi var Daniel settur at skjóta. Og hevur man fylgt bara eitt lítið sindur við, veit man at Daniel hevur eitt vandamikið vinstrabein. Hann sveik ikki álitið, og hóast TB-málverjin sprellaði alt tað hann var mentur, var hetta til fánýtis, og bólturin sat trygt í netinum til 1-0.

Bíðaðu vit leingi eftir fyrsta málinum, so skuldu vit ikki bíða leingi eftir tí næsta. Tí nú kom ferð á, og tað gingu ikki meira enn 6 minuttir, áðrenn bólturin aftur lá í TB-málinum. Mathias bleiv sendur avstað í høgru, kom inn í brotsteigin, har TB-málverjin kom stormandi ímóti honum. Mathias lyfti hegnisliga bóltin upp um hann, men áðrenn bólturin fór um mállinjuna setti Mikkel Dahl høvdi á, og so var støðan 2-0.

TB gav bóltin upp á miðjuni, men tað var sum at okkara menn hildu seg hava ognarrætt á honum, tí fólk høvdu illa nokk sett seg niður, so var Mikkel aftur uppá spæl, og skoraði til 3-0. Hesa ferð eftir upplegg frá innskifta Pætur. Málið til 4-0 kom eftir at Daniel fekk eina langa sending frá Samuel, dróg ímóti baklinjuni og legði innfyri. Um tað var í berari frustratión er ilt at vita, men TBarnir stóðu í kø fyri at sparka hol í luftina. Men lítið hjálpti, tí bólturin endaði fyri føturnar á Hilmar Leon, sum bara skuldi seta innaru síðu á, og so var mál.

TB fekk minkað um munin, tá Ndende heldur ótarnaður slapp at skalla bóltin í málið eftir eitt fríspark, og harvið gjørdist úrlitið 4-1.

Tað alt kemur til alt, var talan um ein ruddiliga uppibornan sigur, hóast TB til tíðir beit frá sær. Eitt sum vit serliga kunnu rósa okkara liðið og venjaratoymi fyri, er at hvørja ferð tað kemur stígur í spælið, finna teir nýggjar loysnir. Og soleiðis var eisini ímóti TB.

Toppdystur næst

Frástøðan til nærmastu kappingarneytarnar er nú 5 stig, men longu sunnudagin kemur ein av teimum, NSÍ, á vitjan. Tað er einasta lið vit hava tapt ímóti í ár, so tá verður talan um ein heilt annan dyst.

Betri Deildin menn

HB – TB 4-1 (0-0)

1-0 Daniel Johansen
2-0 Mikkel Dahl
3-0 Mikkel Dahl
4-0 Hilmar Leon Jakobsen
4-1 Ndende Adama Gueye

Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson – 3 Jógvan Rói Davidsen (liðsk), 4 Heðin Hansen, 17 Bartal Wardum, 6 Daniel Johansen – 21 Mikkel Frankoch (28 Samuel J. Chukwudi), 18 Mathias Nygaard, 8 Dan í Soylu – 10 René Shaki Joensen (11 Pætur J. Petersen), 23 Hilmar Leon Jakobsen (25 Øssur Dalbúð), 22 Mikkel Dahl

Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Heri Hjalt Mohr, Ási Dam, Áki Debes Samuelsen

Dagsins leikari: Mikkel Dahl

Mynd: Rakul Hansen