Adrian søkti Víking

Við einum frálíkum seinna hálvleiki fingu vit vent einum hóttandi tapi til sigur.

Í fyrra hálvleiki var ikki nógv at rópa hurra fyri. Manglandi konsentratión og skeivar avleveringar elvdu til frustratión bæði á vøllinum og millum áskoðararnar. Tá Víkingur so legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki í fyrsta(!) veruliga álopinum, tóktist panikkurin spakuliga breiða seg.

Hvat bleiv sagt í hálvleikssteðginum, vita vit ikki. Men tað riggaði í øllum førum. Tí liðið var sum hamskift. Meira ferð kom á spælið, avleveringarnar sótu betri, og menn tóktust hava meira orku. Men tað skuldi ein Adrian-special til, áðrenn vit fingu javnað. René bleiv feldur úti í vinstru síðu, og Adrian gjørdi seg sum vanligt til reiðar at sparka. Flestu vanligu, deyðiligu fótbóltsspælarar høvdu lagt bóltin innfyri. Men vit vita, at Adrian er ikki sum fótbóltsspælarar flest. Hann smekkaði til, og hóast málverjin sprellaði, sum stóð tað um lív, brast bólturin í kassan til 1-1!

Undan dystinum eltu bæði liðini hini toppliðini, og ein javnleik kundi eingin brúka til nakað sum helst. Og eitt korter fyri leiklok, bragdaði aftur hjá okkum. Eitt væl kombinerað álop endaði við, at René bleiv feldur í brotsteiginum. Adrian varð settur at skjóta, og hann var tryggleikin sjálvur: 2-1! Tíggju minuttir seinni bleiv sigurin staðfestur. Og enn einaferð var tað Adrian, ið átti síðsta fótin á. Úr høgru dregur hann inn ímóti brotsteiginum, og júst sum øll hálvgun væntaðu, at hann fór at smekka bóltin upp í longra hornið, tók hann í staðin og skeyt flatt niðri við nærmastu stong. Enn eitt frálíkt mál, og harvið hattrikk til Adrian.

Hetta vóru trý sera týdningarmikil stig, og vit liva enn í FM-stríðnum.

Hagtøl

HB – Víkingur 3-1 (0-1)
0-1 Andreas Lava Olsen
1-1 Adrian Justinussen
2-1 Adrian Justinussen
3-1 Adrian Justinussen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Brynjar Hlöðversson (liðsk.) (Daniel Johansen), Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, René Shaki Joensen (Jógvan Rói Davidsen), Pætur Petersen, Bartal Wardum, Hørður Askham, Ari Mohr Olsen (Sebastian Pingel), Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Dan í Soylu, Andreas Breimyr, Símun Samuelsen

Dagsins leikari: Adrian Justinussen

Mynd: Rakul Hansen