So bragdaði endiliga

Eftir tveir javnleikir á rað, kom ársins fyrsti sigur í hús, tá okkara menn vunnu 3-1 á Víkingi.

Vit løgdu út sum eitt óløgið, og longu eftir 4 minuttir, var støðan 2-0 til okkara. Fyrsta málið skoraði Ari Mohr Olsen, tá hann koma at standa púra fríur frammanfyri Víkinga málið, eftir hornaspark. Og armarnir vóru ikki meira enn komnir niður, so var aftur mál. Hesuferð var tað Dan í Soylu, ið hegnisliga krúllaði bóltin í handara horn. Uttan nakran sum helst møguleika hjá Víkingamálmanninum at røkka bóltin.

So helt man kanska at restin av dystinum fór at koyra í autopilot, men so var ikki. Tá 7 minuttir vóru spældir, ger Bartal eina afturlegging, sum Teitur blakaði seg niður eftir. Óbeinleiðis fríspark í brotsteiginum, har Dion Splidt, millum vinir og fíggindar, smekkaði bóltin í kassan, og spenningur kom aftur í dystin.

Eftir hetta gekk spælið eitt sindur aftur og fram. Men sum dysturin leið, komu vit til fleiri stórar møguleikar, tó so at tað tóktisk mangla tann síðsti neyvleikin í avgerðandi støðum.

Tá 71 minuttir vóru spældir, punkteraðu vit meira ella minni dystin. Ein skotroynd ímóti Víkingamálinum, endaði við at liðskiparin, Atli Gregersen, tók hondina til hjálpar. Dómarin var eirindaleysur – brotsspark og reytt kort til Atla. Úr 11 metrum var Símun Samuelsen ósvikaliga tryggur, og setti bóltin mitt í málið til 3-1.

Við einum manni í yvirtali, settu vit okkum á dystin, og fingu spælt okkum í fleiri góðar støður. Men inn vildi bólturin ikki. Síðstu 5 minuttirnar komu Víkingar við einum síðsta sprelli, og vit eitt sindur av hepni, kundu teir kanska skapt eitt sindur av spenningi. Men hvussu var og ikki, so komu ikki fleiri mál, og vit kunnu fegnast um tey trý stigini.

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Jógvan Rói Davidsen (L), Bartal Wardum (Andreas Breimyr), Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson, Brynjar Hlöðversson, Hørður Askham, Dan í Soylu, Adrian Justinussen (Pætur Petersen), Símun Samuelsen (Daniel Johansen), Ari Mohr Olsen.

Mynd: Rakul Hansen