Broyting í Conference League

Nú er greitt at vit skulu møta meistarunum úr Montenegre, FK Budućnost Podgorica, í øðrum undanumfari til Conference League.

Upprunaliga skuldi fyrsti dysturin spælast á útivølli 22. juli, men ein broyting ger at liðini nú býta um dystir, soleiðis at vit spæla á heimavølli hóskvøldið 22. juli kl. 19, meðan returdysturin í Montenegro verður spældur týsdagin 27. juli.

Atgongumerki til dystin verða bert seld í forsølu á netinum, og kunnu keypast HER.