Dan heldur fram

Dan í Soylu verður framvegis at síggja í reyðum og svørtum í 2020. Hann kom til HB úr EB/Streymi í 2018, og hevur síðani spælt 63 dystir og skotið 14 mál. Í fleiri dystum hevur hann verið eyðsýndur, og serliga í steypafinaluni ímóti Víkingi, var hann allastaðni á vøllinum, og bleiv kosin til dagsins leikara.

– Hetta er Føroya størsta felag. Tá man er komin her, fer man ikki bara avstað aftur, sigur Dan tá vit spyrja hann hví hann velur at halda fram hjá okkum. – Og so havi eg verið við til at vinna bæði FM og steypakappingina, leggur hann afturat.

Vit fegnast um at Dan tekur eitt tørn afturat, og gleða okkum longu til kappingarbyrjan 2020.