Finalan í VFF Cup verður leygardagin

Heðin Hansen, her í Víkingabúna, verður væntandi at síggja millum okkara fyrstu 11

Heðin Hansen, her í Víkingabúna, verður væntandi at síggja millum okkara fyrstu 11

Leygardagin 15. februar verður finalan í VFF Cup. Mótstøðuliðið verður Víkingur, sum endaði á øðrum plássi í innleiðandi kappingini. Teir fingu, eins og vit, 11 stig, og bert málmunurin skilti liðini.

Víkinga-liðið er eitt sindur broytt í mun til í fjør, við fleiri nýggjum spælarum og nýggjum venjara. Og hóast hetta “bert” er ein venjingardystur, so fara okkara menn sjálvsagt á vøllin fyri at vinna. Tí sum Berthel segði í samrøðu fyrr í ár, so skulu vit eisini venja okkum við at vinna.

Dysturin verður spældur á Tórsvølli, og byrjar kl. 16.00. Hetta er somuleiðis síðsti venjingardystur í Havn, áðrenn liðið fer til Suðuroyar á venjingarlegu, har ein dystur ímóti TB er á skránni.

Vit síggjast á Tórsvølli, leygardagin kl. 16.