Dagur er nú settur á, nær seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið skal spælast. Dysturin bleiv, sum flestum kunnugt, bríkslaður av, tí vindurin gjørdi, at tað ikki var spælandi.
Hóast nærum 70 minuttir vóru spældir, og støðan var 1-1, tá dystur varð bríkslaður av, skal dysturin spælast av nýggjum. Og nú er avgjørt, at dysturin skal spælast hósdagin 22. august kl. 17.30.
Mynd: in.fo