Hann var ein offensiv drívmegi hjá grannunum fyri sunnan, men í 2021 verður 22-ára gamli Michal Przybylski at síggja í reyðum og svørtum.
Skifti millum B36 og HB síggja vit ikki á hvørjum degi, men hetta er ikki tað sum liggur fremst í huganum hjá Michal, nú hann hevur valt at flyta nakrar metrar longur norð.
– Tað er fyrst og fremst tað ítróttarliga ið telur. Eg vildi fegin hava eina nýggja ítróttarliga avbjóðing, og tað er neyvan nøkur størri avbjóðing her í landinum, enn at royna at vinna sær pláss á liðnum hjá greipuvinnarunum. Og so er tað sjálvandi tann professionella tilgongdin í HB, sum hugtekur meg, sigur Michal við heimasíðuna.
Skal fyrst vinna sær pláss
Fótbóltsspælarar seta sær sjálvum krøv og mál, og Michal er einki undantak. Fyri framman liggur ein stór avbjóðing, sum hann er tilreiðar at taka av.
– Fyrsta avbjóðingin er at royna at vinna mær pláss á tí sterkasta liðnum í 2020. Ja, kanska tað sterkasta í fleiri ár. Málið er at spæla so nógv sum gjørligt, og at mennast sum leikari. Eg vil gera mun við mínum dygdum, og vónandi vera við til at vinna. Eg vil eisini sleppa at smakka gull, leggur hann brosandi afturat.
Michal kann røkja tey flestu framrættaðu plássini, men tað er ikki soleiðis at tað er eitt pláss sett av til hann á liðnum. Men hann er til reiðar at traðka til, har tað verður brúk fyri honum. Dygdirnar hjá Michal hava verið eyðsýndar í fleiri ár. Og hóast hann hevur ment seg til at vera ein profil í Betri-deildini, síggja bæði hann og Berthel at tað er pláss til betringar.
– Vit hava sjálvsagt tosað um mínar styrkir, og hvar eg kann gera mun. Men vit hava eisini tosað um mínar veikleikar, og um hvar eg kann betra meg, soleiðis at eg kann gerast ein enn betri fótbóltsspælari, sigur Michal at enda.
Vit ynskja Michal vælkomnum norður um, og gleða okkum longu til fyrireikingarnar til komandi kappingarár fara í gongd. Fyrsti venjingardystur verður longu 16. januar, og øll skráin fyri venjingardystirnar sæst her.
© Havnar Bóltfelag. Teksturin, ella partar av honum, kunnu ikki endurgevast uttan skrivligt samtykki frá høvundinum.