Tvey ár afturat við Hørði

Hørður hevur longt sáttmálan við HB, so hann nú er galdandi í tvey ár afturat.

– Eg trívist øgiliga væl í HB, og haldi at umhvørvið í felagnum er gott. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hettar er tað rætta staðið fyri meg at vera, sigur Hørður í stuttari viðmerking.

Eftir nøkur ár í útlegd, lat Hørður seg aftur í HB-búnan í 2019. Síðani tá er tað blivið til 69 dystir tilsamans á besta liðnum, og við nýggja sáttmálanum fara óiva fleira at leggjast afturat hesum.

Hagtøl: faroesoccer.com