Mikkel komin heim

Metmaðurin er, eftir eitt ár í útlegd í Íslandi, aftur at síggja í Gundadali.

Mikkel Dahl er tann leikarum, sum eigur metið fyri flest landskappingarmál í einum kappingarárið, tá hann í 2021 skeyt 27 mál. Samanlagt hevur hann skotið 41 mál í bert 37 landskappingardystum, og hevur tískil skotið meira enn eitt mál í miðal pr. dyst.

Mikkel sigur í stuttari viðmerking, at hann hevur góð minnir frá tíðini í HB, er glaður fyri at vera komin aftur, og er til reiðar at skapa nýggja minnir saman við okkum.

Vit fegnast um at Mikkel er komin “heim” aftur, og gleða okkum til fleiri mál frá honum.