Samuel í uppskoti til Ársins Ítróttastjørnuskot 2020

Heiðurin verður latin ungum ítróttarfólki, ið veruliga hevur skarað framúr. Og vit kunnu øll vera samd í, at Samuel veruliga fekk sítt gjøgnumbrot í fjør.
Í grundgevingini skrivar ÍSF: Samuel Johansen Chukwudi hevur einans 17 ára gamal veruliga gjørt seg galdandi á besta liðnum hjá HB, har hann var við til at tryggja HB føroyameistaraheitið 2020, tá ið fleiri av berandi kreftunum á liðnum stríddust við skaðar. Samuel Johansen Chukwudi er eisini eitt dømi um eina sera evnaríkan leikara, ið hevur tikið seg beinleiðis av U17 landsliðnum upp á U21 landsliðið í fótbólti.
Vinnarin verður kunngjørdur á Ítróttafagnaðinum, sum verðyur sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, leygarkvøldið 13. februar kl. 19.30.