Atgongumerki til Conference League

Sjálvan ólavsøkudag kl. 16 spæla vit Conference League dyst á heimavølli. Dysturin verður ímóti samanlagda taparanum av uppgerðini millum HJK Helsinki ella Buducnost Podgorica.

Dysturin verður spældur á Tórsvølli, og atgongumerkjasølan byrjar mikudagin 7. juli kl. 19.00.

Fyri at fáa flest fólk møguligt inn á Tórsvøll, er ikki møguligt at velja setur. Skipanin finnur sjálv setur.

Talan verður bert um forsølu á netinum, og eingin atgongumerkjasøla verður við dyrnar á dystardegnum.

Atgongumerkini kosta 100,- kr. og børn gjalda eins og vaksin.

Atgongumerki kunnu keypast við at trýsta HER.