Atgongumerki ÍF – HB

Sum flestum kunnugt er aftur loyvt at hava áskoðarar til dystir í Betri deildini. Tó verður hetta undir annarleiðis umstøðum enn vit eru von við, samstundis sum tað er eitt avmarkað tal av áskoðarum.

Til dystin ímóti ÍF sunnudagin er hetta markið sett til 300, og vit hava fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum at selja. Hesi verða til keyps í HB-húsinum 16. mai, undir 1. deildardystinum ímóti B71. Tvs. millum kl. 15 og 17.

Vit vilja gera vart við, at tað bert er møguligt at keypa í HB-húsinum í hesum tíðarskeiðnum, og at tað ikki ber til at leggja atgongumerki av.