Kunning um fýrverk og líknandi

Í sambandi við finaluna um Løgmanssteypið leygardagin 5. Desembur skal gerast vart við, at tað ikki er loyvt at skjóta fýrverk ella líknandi undan og undir dystinum. Loyvt er bert at skjóta fýrverk, tá ið dysturin er lokin, og skal hetta gerast av takinum á Fimi.

Fýrverk, roykbluss og annað líknandi er strangliga bannað á Tórsvølli, og brot á hetta kann hava við sær burturvísing av Tórsvølli.​

Mynd: portal.fo