Leygardagin rullar bólturin hjá Betri monnum aftur. Leiðin gongur út á Argir, har grannarnir og uppflytararnir úr AB taka ímóti.
Argjamenn hava mangan haft hug at arga okkum. Og tað gjørdi teir eisini seinast vit vóru á vitjan, í 2020. Tað var ikki fyrr enn í evstu løtu at Hilmar Leon tryggjaði okkum øll trý stigini. Men hyggja vit eftir innanhýsis dystunum í landskappingini, skulu vit heilt aftur til 2016, har vit ikki fingu fulla úrtøku ímóti AB. Tað ferðina vann AB 2-1 í Gundadali.
Men nú eru nýggjar tíðir á Argjum, og lítið skal leggjast í søgulig hagtøl. AB ætlar sær ikki einki í ár, tí talan er ein nærum nýggjan hóp, við fleiri útlendskum spælarum. Men fyri okkum hevur tað eins stóran týdning at koma væl frá byrjan.
– Alt hevur gingið sum ætlað í uppstartinum. Fyrstu venjingardystirnar skiftu vit nógv út, og løgdu meira fokus á tað fysiska, heldur enn tað tekniska. Spælið er blivið betri, og serliga tveir teir seinastu venjingardystirnir hava givið greiðar ábendingar, um at vit er við at vera har vit ætla okkum, sigur Kim.
Fleiri mans hava sitið uttanfyri við smásnuddum í seinastuni, men sambært Kim er hópurin við at vera skaðafríur. Teir einastu sum við vissu sita uttanfyri, eru Bartal og Ári. Restin hevur vant við nærum fullari styrki alla vikuna.
Dysturin verður spældur Inni í Vika, og verður bríkslaður í gongd leygardagin kl. 15.00.
Mynd: Rói Joensen, Ítróttur og rørsla