Stankov gevst

Aleksandar Stankov og HB hava í dag avgjørt at steðga samstarvinum.

Aleksandar Stankov hevur av persónligum ávum ynskt at steðga samstarvinum, og avtalan um hetta er gjørd í sátt og semju millum partarnar.

Aleksandar kom til HB í fjør, og vit í HB takka honum fyri tíðina, hann hevur verið hjá okkum og ynskja honum alt tað besta.

Mynd: Rakul Hansen