Tríggir á ársins liði

Ársins spælarar í fótbólti vórðu heiðraðir á tiltaki, sum FM1 skipaði fyri í samstarvi við Miðlahúsið og Fótbóltssambandið.

Og tá ársins lið við monnum skuldi setast, áttu vit tríggjar spælarar millum teir útvaldu. Teir vóru Viljormur, Mathias og Hanus.

Fleiri av okkara spælarum vóru eisini í uppskoti til aðrar virðislønir. Teitur var í uppskotið til ársins málmann, Mathias og Viljormur til ársins verjuleikari, Hanus sum ársins miðvallari, Áki sum ársins áleypari og Ejvind og Áki í uppskoti til ársins ungi spælari.

Vit ynskja Viljormi, Hanusi, og Mathias til lukku.