Áki hevur haft sítt besta kappingarár nakrantíð, og serliga í juni og juli hevur hann verði flúgvandi, har hann skoraði hat-trick tveir dystir á rað.
Tað var við greiðum meiriluta, at Áki varð valdur sum besta spælaran í juni og juli. Tað eru landliðsvenjarar, viðmerkjarar og fjølmiðlar, sum velja besta spælaran hvønn mánað.
– Ja, tað hevur gingið væl hjá okkum, og vit eru enn við í kappingini um fremstu plássini. Men nakað av arbeiði er tó framvegis eftir, um vit skulu røkka málinum, sum er at vinna FM. At tað so eisini hevur gingist mær væl persónliga, er bara stuttligt, og eg eri órtúliga glaður fyri hendan heiður, segði Áki við heimasíðuna hjá FSF, eftir at heiðurin var handaður.
Áki hevur sum nevnt haft eitt framúr gott kappingarár, har hann hevur skotið 12 mál og gjørt 3 upplegg. Harvið er hann toppskjútti hjá okkum og liggur nr. 2 á samlaða toppskjúttalistanum í Betri-deildini.
Við heiðrinum sum besti spælari fylgir eitt gávukort frá Hotel Brandan, og ein glasstandmynd frá FSF og Betri.
Mynd: RSmedia / HB
Hagtøl: FaroeSoccer