Eftir eitt ár sunnanfyri hevur Bjarti sett kósina norðurum aftur, og fer at kappast við Reinis um málmansplássið.
Tað er ein kærkomin styrkur, nú Bjarti er komin heim aftur. Nú hava vit tveir dugnaligar málmenn, sum skulu kappast um at gerast fyrstaval.
Bjarti spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið longu í 2018. Í 2020 var hann ein túr á Argjum, har hann fekk nakrar royndir í Betri-deildini. Bæði í 2022 og 2023 fekk hann fleiri dystir á okkara besta liðið, tá Teitur bleiv skaddur. Millum annað vardi hann málið í báðum Conference League dystunum ímóti Derry í 2023.
Vit ynskja Bjarta vælkomnan heim aftur, har hann beinanvegin hevur latið seg í sína vanligu blus við nr. 25 á rygginum.