Danin Matthias Præst Nielsen spælir komandi ár í reyðum og svørtum. Avtala er gjørd við AB um, at vit keypa 22-ára gamla danan leysan úr sáttmálanum.Keypsupphæddin verður ikki upplýst.
Matthias er miðvallari og hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Vejle. Í 2018 skifti hann til AC Horsens, har hann eisini fekk sínar fyrstu minuttir í Superliguni. Síðani spældi hann nøkur ár í Middelfart, áðrenn hann í summar skifti til AB. Hann var eyðsýndur á AB-liðnum, sum við einum frálíkum endaspurti bjargaði sær plássið í Betri Deildini millum annað við einum 2-1 sigri á okkum á Argjum.
Komandi kappingarár verða tað so vit, ið koma at njóta gott av dygdunum hjá Matthias.
Matthias er ein tekniskt dugnaligur leikari, sum fegin vil vera við til at stýra spælinum. Tað er m.a. ein av orsøkunum til, at vit vildu hava hann inn í hópin, og at hann fegin vildi koma her.
– Eg eri ótrúliga spentur til komandi avbjóðingina. Eg gleði meg til at spæla á einum liði, sum hevur bóltin nógv, sum gjarna vil stýra dystinum, og sum eisini spælir álopssinnaðan fótbólt. Og so dámar mær eisini tað trýstið, sum er fyri at vinna hvønn dyst.
Tingini henda skjótt, tí tað eru bara fýra mánaðar síðani, at Matthias kom til landið og AB. Og sjálvur er hann spentur til at taka hetta stigið.
– Eg eri ógvuliga glaður fyri tíðina í AB, men tað kemst ikki uttanum, at HB er eitt størri felag. Og fótbólturin, sum HB spælir, hóskar sera væl til mín. Tá tað kemur til stykkis, haldi eg, at vit hóska væl saman.
Og til spurningin um málið fyri komandi kappingarár er Matthias avgjørdur í sínum svari.
– Málið er altíð at spæla við um steypini. Og so gleði eg meg eisini til at sleppa at royna meg í europeiskum dystum, sigur Matthias at enda.
Vit bjóða Matthias vælkomnum í Gundadal.
Mynd: AB