Langtíðarsáttmáli til Samuel

Hann hevur tikið øll á bóli, síðani hann trein á vøllin fyri fyrstu ferð. Og tað sær út til at hann fer at halda fram við at imponera, tí Samuel Johansen Chukwudi hevur undirskrivað nýggjan langtíðarsáttmála við HB. Hóast sín unga aldur, hevur hann spælt sum ein vaksin maður, og hevur haft mangan navnframa áleypara í reyvalummanum. Evnini hava altíð verið eyðsýnd, men at hann skuldi hava ein so stóran leiklut á besta liðnum, hóast hann enn hevur aldur til U17, er nakað sum hevur tikið nógv á bóli. Men hann hevur tikið av møguleikanum, og tí er tað natúrligt, at hann nú fær ein langtíðarsáttmála.

Venjarar vísa álit

– Venjararnir hava víst mær stórt álit, síðani eg gjørdist partur av Betri-hópinum. Umhvørvið er professionelt, og við Berthel, Kevin og Sebastian á odda, verður hond tikin um at menna hvønn einstakan leikara, sigur Samuel, beint sum hann hevur undirskrivað sáttmálan. – Harafturat eri eg uppvaksin her, og sjálvandi trívist eg væl, leggur hann afturat.

Skal røkka enn longur

Tað at Samuel nú hevur undirskrivað ein langtíðarsáttmála, merkir ikki at hann verður verandi í Føroyum øll árini. Tí venjarin hevur eina ætlan við honum, og metir at hann kann spæla á hægri støði enn í Føroyum.

– Sáttmálin við Samuel gevur bæði okkum og honum frið til at hugsavna okkum um at menna hann. Hansara avrik í ár hava verið framúr, og tá vit hugsa um at hann bert er 17-ára gamal, sigur tað okkum somikið, at her er talan um eitt tað størsta verjutalentið í Føroyum í nógv ár. Enn er nógv at arbeiða við áðrenn Samuel er til reiðar at fara víðari út í heim, men hann hevur øll amboðini við sær, sum skulu til fyri at hann kann náa sínar dreymar, sigur Berthel.

– At Samuel hevur undirskrivað ein langan sáttmála, vísur at hann hevur álit á at hetta er rætta staðið fyri hann at menna seg. Okkara fremsta uppgáva er nú at hjálpa honum at leggja fleiri løg á sítt spæl, soleiðis at hann gerst klárur til nýggjar og størri avbjóðingar.

Sáttmálin millum partarnar er galdandi til og við 2023.